Viðskiftatreytir
1 Gildisøki
1.1 Viðskiftatreytirnar hjá Meklarin eru, um ikki onnur skrivlig avtala er gjørd, galdandi fyri allar uppgávur, sum vit átaka okkum. Meklarin er skipað sum smápartafelag. Okkara skrásetingarnummar er 6893 og okkara V-tal er 634107.
2 Um avgreiðslu av arbeiði hjá Meklarin
2.1 Meklarin greinar ítøkiligu uppgávuna í samstarvi við kundan og sambart avtalu. Er neyðugt at tillaga uppgávuna, verður hetta avtalað við kundan so hvørt.
2.2 Meklarin útflýggjar kundanum original skjøl, tá málið er liðugt avgeitt, og vit goyma egin málsskjøl í mesta lagi 5 ár og bert sum digitalt sum skannað skjøl.
3 Kostnaður v.m.
3.1 Meklarin ásetir kostnaðin fyri umbiðna tænastu eftir nærri avtalu við kundan og út frá eini samlaðari meting.
4 Tagnarskylda og habilitetur
4.1 Øll starvsfólk hjá Meklaranum hava tagnarskyldu um innihald í einum máli og hvat málið snýr seg um, eins og um upplýsingar annars frá kundandum og um kundan.
4.2 Meklarin hevur mannagongdir, sum tryggja, at vit ikki koma í nakra interessu- ella loyalitetskonflikt tá vit átaka okkum eina uppgávu.
5 Ábyrgd, ábyrgdaravmarking og trygging
5.1 Meklarin hevur endurgjaldsskyldu eftir vanligu føroysku reglunum um endurgjald fyri avleiðingar av feilum, sum kunnu koma fyri í arbeiðinum hjá starvsfólki felagsins.
5.2 Ábyrgdin er ikki galdandi fyri arbeiði hjá øðrum ráðgevum, sum vit eftir avtalu við kundan hava latið avgreiða partar av uppgávuni, ella som kundin hevur gjørt avtalu við eftir okkara tilvísing.
6 Ósemjur, lógval og verndarting
6.1 r ósemjur millum kundan og Meklarin skal verða loyst sambært galdandi lóg í Føroyum og við Føroya Rætt.