Byggiár
1975
Kømur
6/7
Hæddir
2
Vídd á ogn
286m²
Grundøki
1026m²
Matr.nr.
40c Kirkjubøur-Argir
Upplýsingar um bústaðin
Snøgg sethús við íbúð, sum standa væl fyri á Argjum, tætt við skúlar, stovnar og handlar. Stórur garður er kring ognina við grasvølli, runnum og blómum. Góð terassa og bilhús er til ognina.
Í niðaru hæddini er durur, hjallur, baðirúm, stova, køkur við hurð út í garðin, kamar, gongd/trappugongd og brúggers/fýrrúm. Í ovaru hæddini er loftsstova/gongd, 2 kømur, baðirúm, goymslurúm og hjúnarrúm við hurð út á altan. Harafturat er bilhúsið innrættað sum íbúð og bilhús. Íbúðin er innrættað við inngongd/gongd, køki, baðirúmi, kamari og á loftinum er stova og kamar.


