Byggiár
2011
Kømur
6
Hæddir
3
Vídd á ogn
301m²
Grundøki
504m²
Íbúðir
1
Matr.nr.
22r Kaldbak
Upplýsingar um bústaðin
Sera snøgg sethús í trimum hæddum, sum standa væl fyri við fríum útsýni og í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg og beint við dagstovn. Stórt útigólv er runt húsini við útistovu og hitapotti. Góð íbúð er í niðastu hæddini.
Í miðhæddini er durur, vesi, gongd, 3 kømur, baðirúm, køkur / stova og bryggers. Á loftinum er kamar og stova. Í niðastu hædd er fýrrúm og útistova umframt íbúð við duri, stovu / køki, 2 kømurum, klædnarúmi og baðirúmi. Harumframt er hjallur og skúrur.


