Byggiár
2019
Kømur
3
Hæddir
2
Vídd á ogn
156m²
Grundøki
159m²
Matr.nr.
40ak Kirkjubøur-Argir
Upplýsingar um bústaðin
Serstakliga snøgg raðhús við framúr góðum útsýni. Ognin er í tveimum hæddum og stendur væl fyri í friðarligum og barnavinarligum umráði. Skúli, stovnar og fótbóltsvøllur eru nær við. Góð parkeringsviðurskifti eru og busssambandið er gott.
Í niðaru hæddini inngongd, bryggers, baðirúm, køkur og stova í einum við atgongd út á terassu. Í ovaru hæddini er gongd við atgongd út á altan, hjúnakamar við klædnarúmi, 2 kømur og stórt baðirúm.