Byggiár
2022
Kømur
5
Hæddir
2
Vídd á ogn
279m²
Grundøki
497m²
Íbúðir
1
Matr.nr.
1104a Tórshavn
Upplýsingar um bústaðin
Nýggj og stór sethús við sjálvstøðugari íbúð í niðaru hæddini. Talan er um serstakliga snøgg hús, sum standa sera væl fyri í Vesturbýnum, tætt við skúlar, stovnar og handlar. Húsini eru bygd við bjálvaðum betongelementum og eru væl innrættaði.
Í ovaru hæddini er durur/gongd, baðirúm, hjúnarkamar við baðirúmi, køkur og borðstova í einum, sjónvarpsstova og bryggers. Í niðaru hæddini er gongd, 3 kømur, baðirúm og goymslurúm. Harumframt er íbúð við duri, baðirúmi, køki og stovu í einum og kamari. Eisini er eitt tøknirúm á hesari hæddini og eitt bilhús, sum tó ikki er liðugt bygt.


