Byggiár
1897
Kømur
2
Hæddir
3
Vídd á ogn
115m²
Grundøki
205 + 44m²
Matr.nr.
922 Fuglafjørður
Upplýsingar um bústaðin
Sera hugnalig og væl hildin sethús, sum hóska seg væl sum summarhús. Húsini eru frá 1897, men eru høvuðsumvæld í 2007. Talan er um gamla handilin í bygdini. Húsini standa í sera náttúruvøkrum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi og panoramaútsýni er yvir allan fjørðin. FIFA-vøllur er beint við, og bara 200m er oman á keiðina og til neystagrundstykkið, ið fylgir við. Barnaansing, skúli og handil er í Oyndarfirði.
Í miðhæddini er durur/gongd, baðirúm, køkur og stova í einum. Í ovastu hædd er trappupallur/ alrúm/kamar og eitt kamar. Í niðastu hædd er vaskirúm/fýrrúm/kjallararúm.


