Byggiár
1955
Hæddir
3
Vídd á ogn
399m²
Grundøki
575m²
Íbúðir
3
Matr.nr.
212c Vestmanna
Upplýsingar um bústaðin
Stóru væl bygdu og tignarligu húsini standa sera væl fyri í góðum og friðarligum øki og í náttúruvøkrum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við sera vøkrum panoramaútsýni yvir bygdina, landslagið og fjørðin. Dagstovnur, skúli, bókasavn, svimjihylur, ítróttarhøll, handil o.m.a. er nær við.
Húsini hava 3 íbúðir. Ovasta íbúðin 26A er 167 m2 til víddar, 26B í miðhæddini er 95 m2 og 26C í niðastu hædd er 66 m2. Inni í miðjuni í húsinum er stórt fýrrúm / kjallararúm.
Í ovastu hædd er inngongd, durur, kamar, gongd, køkur við kova og trappugongd niður til stórt fýrrúm / kjallararúm, borðsstova, lítil stova við útgongd til altan, stór stova, hjúnarúm, baðirúm og kamar.
Í miðhæddini er inngongd, trappu uppgongd til gongd, køkur, stova, hjúnarúm, baðirúm, 2 kømur og stórt fýrrúm / kjallararúm við útgongd til hjall.
Í niðastu hædd er inngongd, durur /gongd, køkur / borðsstova / stova, millumgongd, baðirúm, vaskirúm og kamar.
Harafturat er garður / urtagarður.
Váttan fyriliggur frá Vestmanna Kommunu til loyvi at býta búeindirnar sundur til eigaraíbúðir.
Tú kanst fáa fleiri upplýsingar við at trýsta á “send mær tilfar”.
✓ Húsaskoðan fyriliggur
✓ Eigaraskiftistrygging fyriliggur


