Byggiár
1955
Kømur
7
Hæddir
3
Vídd á ogn
399m²
Grundøki
575m²
Íbúðir
3
Matr.nr.
212c Vestmanna
Upplýsingar um bústaðin
Stóru væl bygdu og tignarligu húsini standa sera væl fyri í góðum og friðarligum øki og í náttúruvøkrum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við sera vøkrum panoramaútsýni yvir bygdina, landslagið og fjørðin. Dagstovnur, skúli, bókasavn, svimjihylur, ítróttarhøll, handil o.m.a. er nær við.
Húsini eru við trimum íbúðum. Ovasta íbúðin 26A er 167 m2 til víddar, 26B í miðhæddini er 95 m2 og 26C í niðastu hædd er 66 m2. Inni í miðjuni í húsinum er stórt fýrrúm / kjallararúm.
Í ovastu hædd er inngongd, durur, kamar, gongd, køkur við kova og trappugongd niður til stórt fýrrúm / kjallararúm, borðsstova, lítil stova við útgongd til altan, stór stova, hjúnarúm, baðirúm og kamar.
Í miðhæddini er inngongd, trappu uppgongd til gongd, køkur, stova, hjúnarúm, baðirúm, 2 kømur og stórt fýrrúm / kjallararúm við útgongd til hjall.
Í niðastu hædd er inngongd, durur /gongd, køkur / borðsstova / stova, millumgongd, baðirúm, vaskirúm og kamar.
Harafturat er garður / urtagarður.
Váttan fyriliggur frá Vestmanna Kommunu til loyvi at býta búeindirnar sundur til eigaraíbúðir.
Tú kanst fáa fleiri upplýsingar við at trýsta á “send mær tilfar”.


