Byggiár
1930
Kømur
3 / 4
Hæddir
3
Vídd á ogn
155m²
Grundøki
34.600m²
Matr.nr.
76 Leynar
Upplýsingar um bústaðin
Stóru jarðarstykkini á matr.nr. 76 Leynar – omanfyri vegin á uml. 17.800 m2 og niðanfyri vegin á uml. 16.800 m2 – í alt uml. 34.600 m2 við ástandandi eldri siðbundnum sethúsum liggja sera væl fyri í sera náttúruvøkrum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi. Parturin, sum sethúsini standa á, liggur í øki B – sethúsaøki, og restin liggur í øki H – landbúnaðarøki. Stykkið omanfyri vegin liggur beint við síðuna av øki G, sum er frítíðarhúsaøki.
Í miðhæddini er inngongd, durur, gongd / trappugongd, borðsstova / stova, matarkøkur við kova, kamar, sum er gjørt til fyribils baðirúm. Í ovastu hædd er trappugongd við skápum, kamar, vesi og 2 kømur saman. Í niðastu hædd er inngongd, vaskirúm / fýrrúm / kjallararúm. Harafturat er úthús / fjós á uml. 40 m2 og stórt uttanumøki.
Tú kanst fáa fleiri upplýsingar við at trýsta á “send mær tilfar”.


