Byggiár
2022
Kømur
2/3
Hæddir
1
Vídd á ogn
97m²
Matr.nr.
919a
Upplýsingar um bústaðin
Landavegur 94A, 3.2 – eitt heim við útsýni, rúmd og møguleikum.
Hugsa tær at lata hurðina upp um morgunin og síggja Havnina og Nólsoyarfjørð breiða seg út fyri tær. Tað er gerandisdagurin á Landavegi 94A, 3.2. Her fært tú eina ljósa, nútímans og væl innrættaða íbúð, har bæði trivnaður og hentleiki eru hugsað inn í smálutir. Íbúðin kennist opin og innbjóðandi frá tí, tú kemur inn og hon er harumframt handikapvinarlig. Stovan er eitt náttúrligt savningarstað við góðum ljósi og framúrskarandi útsýni. Við tveimum altanum fært tú góðar møguleikar at njóta lívið uttandura – frá morgunkaffi í sólini til friðarligar løtur við góðum útsýni. Íbúðin hevur í dag tvey kømur, men møguleiki er at gera eitt eykað kamar.
Tað, sum veruliga ger hesa ogn serliga, er ikki bara sjálv íbúðin. Tað eru eisini teir sera góðu felagshentleikarnir, sum geva íbúgvunum møguleika at brúka heimið á heilt annan hátt. Á takterassuni kanst tú njóta útsýnið, fáa tær ein kaffimunn í sólini ella savnast við grannum. Við spæliplássið og grillstaði er hugsað um bæði børn og góðar løtur saman. Í felagsrúminum ber til at halda føðingardag, veitslu ella annað tiltak. Í niðastuhæddini er harumframt eitt felagsrúm, har møguleiki er at hagreiða fisk og grind – um tú hevur fingið eitt kók.
Hetta er ein íbúð fyri teg, sum vilt hava eitt ljóst og nútímans heim við vøkrum útsýni, tveimum altanum, góðum møguleikum og felagsskapi tætt við.



