Vídd á ogn
1.347m²
Matr.nr.
70a Trongisvágur
Upplýsingar um bústaðin
Dreymagrundstykki(r) á Rananum
Stóra og frálíka jarðarstykkið liggur í byggiøki og í sera náttúruvøkrum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg. Frálíkt panoramaútsýni er yvir býin, fjøllini, landslagið og fjørðin.
Dagstovnur, skúli, ítróttarøki og handil eru beint við, og aðrar tænastur og handlar eru í nærumhvørvinum. Møguleiki er fyri, at ein gyllin í Líðarhaga fylgir við.
Ognin liggur í Bústaðarøki B1, og sambært henni kann stykkið eftir umsókn býtast sundur.
Tú kanst fáa fleiri upplýsingar við at trýsta á “send mær tilfar”.


