Byggiár
1946-47
Kømur
7
Hæddir
2
Vídd á ogn
192m²
Grundøki
835m²
Íbúðir
1
Matr.nr.
1109a Tórshavn
Upplýsingar um bústaðin
Hugnalig sethús við tveimum búeindum, sum standa væl fyri við blindan veg í Vesturbýnum, tætt við skúlar, stovnar, handlar og sparkivøll. Stórt og gott stykki er kring ognina við grasfløtu og góðum parkeringsøki við bilskýli. Húsið hevur grøna orkuskipan og góðan sólargang.
Í niðaru hæddini til húsið er durur, gongd, kamar, køkur og stova við hurð út í garðin, millumgongd, baðirúm, vaskirúm, teknikkrúm, hjallur/kuldarúm og arbeiðsrúm. Í ovaru hæddini er gongd, 4 kømur og vesi.
Í niðaru hæddini er eisini ein tilbygningur við sjálvstøðugari íbúð við duri, baðirúmi, køki og stovu í einum og 2 kømurum.


