Byggiár
1990
Kømur
3
Hæddir
3
Vídd á ogn
315m²
Grundøki
282m²
Matr.nr.
1046ad Tórshavn
Upplýsingar um bústaðin
Snøggu og væl hildnu tvíhúsini standa væl fyri í góðum grannalagi og friðarligum og barnavinaligum býarumhvørvi við blindan veg nær miðbýnum. Stutt er til stovnar, skúlar, tænastur og handlar og buss-steðgipláss er nær við.
Í miðhæddini er inngongd, durur, gestavesi, gongd, bryggers við útgongd, køkur, borðsstova / stova við útgongd til útigólv, millumgongd, hjúnarúm, baðirúm og 2 kømur. Í ovastu hædd er stórt loft, ið kann innrættast. Í niðastu hædd er inngongd, vaskirúm / fýrrúm / høgt kjallararúm, ið kann innrættast. Trappur til millum hæddirnar eru tøkar. Uttanfyri er snøgt tún.
Tú kanst fáa fleiri upplýsingar við at trýsta á “send mær tilfar”.


