Byggiár
2021
Kømur
2
Hæddir
1
Vídd á ogn
66m²
Matr.nr.
919a
Upplýsingar um bústaðin
Sera snøgg nútímans íbúð á landavegnum við útsýni. Íbúðin er í ovastu hædd og liggur væl fyri í Vesturbýnum. Stovnar, skúlar, tænastur, handlar og gott busssamband er nær við. Íbúðin er innrættað við inngongd/gongd, 2 kømurum, baðirúmi og køki og stovu í einum við atgongd út á altan.
Tað, sum veruliga ger hesa ogn serliga, er ikki bara sjálv íbúðin. Tað eru eisini teir sera góðu felagshentleikarnir, sum geva íbúgvunum møguleika at brúka heimið á heilt annan hátt. Á takterassuni kanst tú njóta útsýnið, fáa tær ein kaffimunn í sólini ella savnast við grannum. Við spæliplássið og grillstaði er hugsað um bæði børn og góðar løtur saman.
Í felagsrúminum ber til at halda føðingardag, veitslu ella annað tiltak. Í niðastuhæddini er harumframt eitt felagsrúm, har møguleiki er at hagreiða fisk og grind.


