Byggiár
1970
Kømur
4
Hæddir
2
Vídd á ogn
228m²
Grundøki
400m²
Íbúðir
Ja
Matr.nr.
1039t
Upplýsingar um bústaðin
Vælhildin og góð sethús í tveimum hæddum við íbúð á niðaru hædd. Húsini vórðu høvuðsumvæld í 2002 og eru síðani væl viðlíkahildin. Húsaskoðanin er nærum rein.
Til ognina hoyrir stórur og væl skipaður garður við grasfløtu, urtagarði og terrassu, sum gevur góðar møguleikar fyri útilívi. Úr ovaru hædd er gott útsýni yvir Havnina.
Ognin er innrættað soleiðis:
Ovara hædd: Durur, hjallur, gongd, køkur/borðstova við útgongd til altan, stova, trý kømur og baðirúm.
Niðara hædd: Íbúð við kamari, køki og stovu, baðirúmi. Trappurúm/gongd og kjallari/verkstaður.
Harumframt: Bilhús.


