Grundøki
40.050m²
Matr.nr.
402c og 402d
Upplýsingar um bústaðin
Spennandi jørð til sølu í Kvívík
Nú er møguleiki at ogna sær tvær áhugaverdar jarðareindir í Kvívík. Jørðin liggur í einum náttúruvøkrum øki við góðum møguleikum fyri frítíðarvirksemi, útivist og framtíðarætlanum.
Talan er um hesar jarðareindir:
- 402d Kvívík – uml. 13.200 m²
Byggisamtykt: Frítíðarøki G - 402c Kvívík – uml. 26.850 m²
Byggisamtykt: Frítíðarøki og tænastuvirksemi G1
Jørðin gevur góðar møguleikar hjá teimum, ið ynskja at skapa eitt sermerkt frítíðarøki ella arbeiða víðari við einari verkætlan, ið samsvarar við galdandi byggisamtykt.
Kvívík er kend fyri sín serliga hugna, vakra landslag og nærleikan til náttúruna.


