Byggiár
1986
Kømur
5
Hæddir
2
Vídd á ogn
323m²
Grundøki
567m²
Íbúðir
1
Matr.nr.
4aø Kikjubøur-Argir
Upplýsingar um bústaðin
Talan er um eini stór, ljós og væl hildin sethús við góðum útsýni yvir býin og fjørðin. Húsini standa í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi nær við fótbóltsvøllin á Argjum. Runt húsini er havi við trøðum, asfalterað øki og góðum parkeringsviðurskiftum. Til ognina hoyra eisini garaga, hjallur og skúrur. Í niðaru hæddini er ein rúmlig íbúð við egnari inngongd.
Ognin er innrættað soleiðis:
Í ovaru hædd er durur/gongd, stova og køkur í einum við atgongd út á altan, tvey kømur, hjúnakamar við egnum baðirúmi og harumframt eitt baðirúm.
Í niðaru hædd eru durur/gongd, trappugongd, pulturrúm, fýrrúm og kamar.
Í íbúðini er gongd, stova og køkur í einum, baðirúm og kamar.


