Byggiár
2008
Kømur
3
Hæddir
2
Vídd á ogn
280m²
Grundøki
224m²
Íbúðir
1
Matr.nr.
244c Miðvágur
Upplýsingar um bústaðin
Stóri, væl bygdi og væl hildni og snøggi íbúðar- og vinnubygningurin stendur í virknum, friðarligum og vøkrum bygdaumhvørvi oman til vágnað og hevur frálíkt útsýni yvir bygdina, landslagið og vágna. Stovnar, skúlar, handlar og tænastur eru nær við, og bussur steðgar í bygdini.
Í ovaru hædd er inngongd, durur / vaskirúm, kamar, baðirúm, gongd, 2 kømur, baðirúm, køkur / alrúm / borðsstova / stova og hugnakrókur. Í niðaru hædd er inngongd, durur, gestavesir, stór matstova, stórur góðkendur industrikøkur, millumgongd, fýrrúm / tøknirúm, goymslurúm og starvsfólkavesi.
Tú kanst fáa fleiri upplýsingar við at trýsta á “send mær tilfar”.



