Byggiár
1977
Kømur
7/8
Hæddir
2
Vídd á ogn
257m²
Grundøki
565m²
Matr.nr.
1470ai
Upplýsingar um bústaðin
Talan er um eini stór, hugnalig og ljós sethús, ið standa væl fyri við blindan veg. Góð altan er út frá stovuni og hjúnakamarinum. Stórt og gott stykki er kring ognina við grasfløtu og góðum parkeringsøki við bilskýli. Húsið hevur grøna orkuskipan og góðan sólargang.
Í ovaru hædd eru durur, spískamar/depot, gongd, køkur og stova í einum við útgongd á altan, gestavesi, 2 kømur og hjúnakamar við egnum baðirúmi og útgongd á altan.
Í niðaru hædd eru durur, millumgongd, gongd við trappuuppgongd, 5–6 kømur, gongd við teknikki og eitt
lítið baðirúm.


