Byggiár
1983
Kømur
6
Hæddir
3
Vídd á ogn
256m²
Grundøki
546m²
Íbúðir
1
Matr.nr.
806k Tórshavn
Upplýsingar um bústaðin
Sethús við framúr góðari staðseting og góðum útsýni. Húsini eru í trimum hæddum og hava íbúð í niðastu hæddini. Uttanfyri er hugnaligur urtagarður og parkeringspláss. Stutt er oman í býin og til allar hugsandi hentleikar.
Í ovastu hæddini er trappugongd, stór og rúmlig stova, minni útistova, kontór og kamar. Í miðhæddini er durur, hjallur, gongd, trappugongd til ovastu og niðastu hæddina, 3 kømur, 2 baðirúm, og køkur við atgongd út á altan. Í niðastu hæddini er kjallari / vaskikjallari, og ein stór og rúmlig íbúð við duri, gongd, baðirúm, stovu, køki og tveimum kømrum.


