Byggiár
1915
Kømur
2/3
Hæddir
3
Vídd á ogn
206m²
Grundøki
291m²
Matr.nr.
257 Tórshavn
Upplýsingar um bústaðin
Serstakliga hugnalig hús, sum standa sera væl fyri í veðurgóðum umhvørvi í miðbýnum í Havn. Stutt er til allar hugsandi handlar, tænastur, stovnar og skúlar. Gott p-pláss og uttanumøkið er aftanfyri har ein hugnalig havastova eisini er.
Í miðhæddini er inngongd, durur/gongd, baðirúm, trappugongd, kovi/goymslurúm, køkur, borðsstova/stova. Harafturat er nýbygdur óinnrættaður tilbygningur á uml. 34 m2, har góður møguleiki er fyri at viðka um búvíddina. Í ovastu hædd er trappupallur/alrúm, baðirúm og 2 kømur. Í niðastu hædd er inngongd, fýrrúm/kjallararúm og stórt óinnrættað kjallararúm.



