Byggiár
1963
Kømur
4
Hæddir
2
Vídd á ogn
141m²
Grundøki
2117m²
Matr.nr.
67b Hoyvík
Upplýsingar um bústaðin
Hugnalig sethús, sum standa serstakliga væl fyri á stórum grundstykki, sum er 2.117 m2 til støddar. Umráðið er sera náttúruvakurt framvið Hoydalsá og omanfyri Svartafoss. Frítt og avbera gott útsýni er frá ognini.
Í niðaru hæddini er durur, gongd, baðirúm, kamar, fýrrúm/vaskirúm við hurð út í garðin, køkur, borðstova og stova við hurð út á terassu. Í ovaru hæddini er gongd, 3 kømur og vesi. Eisini er ein skúrur til ognina.
Serstøk byggisamtykt er fyri økið.


