Byggiár
1963
Kømur
6
Hæddir
3
Vídd á ogn
350m²
Grundøki
452m²
Matr.nr.
803v Tórshavn
Upplýsingar um bústaðin
Serstøk og sera snøgg sethús, sum standa avbera væl fyri við framúr góðum útsýni og góðum sólargangi. Tætt er til allar hugsandi hentleikar og skjótt er at spáka oman í miðbýin. Húsini eru høvuðsumvæld og hava grøna orkuskipan. Ognin er í trimum hæddum og íbúðir eru í niðaru hæddunum. Gott parkeringsøki er uttanfyri, umframt at bilhús er til ognina.
Í miðhæddini er terassa, inngongd/durur, kamar, hjúnakamar við baðirúmi, trappa til ovastu hæddina. Í ovastu hæddini er gongd/hugnakrókur, køkur og stova í einum við hurð út á altan, baðirúm, hugnakrókur, kamar og hems. Í miðhæddini er eisini inngongd, stova og køkur í einum, kamar og baðirúm.
Í niðastu hæddini er inngongd, køkur, stova, 2 kømur og baðirúm. Í niðastu hæddini er eisini inngongd, baðirúm, goymslurúm/skrivstova, køkur og stova í einum.


