Byggiár
ikki upplýst
Hæddir
3
Vídd á ogn
286m²
Grundøki
448m²
Matr.nr.
1012
Upplýsingar um bústaðin
Sera snøggur og væl hildin vinnubygningur við góðari staðseting. Byggiárið er ókent, men bygningurin varð umbygdur í 2001 og er síðani væl røktur, so hann framvegis stendur í góðum standi. Nógvir møguleikar eru við ognini, sum liggur í bústaðarøki. Bygningurin er sera væl staðsettur við stuttari gongd oman í býin, har atgongd er til ymiskar tænastur og hentleikar. Beint við bygningin er alment parkeringspláss, sum ger atkomuna lætta bæði fyri starvsfólk og vitjandi. Uttanduraumstøðurnar eru eisini góðar, við góðari takterrassu og einari hugnaligari altan, har útsýnið veruliga kemur til sín rætt. Flotti havin og góða útsýnið geva bygninginum ein serstakan dám og skapa trivnað bæði innanog uttandura.
Hetta er ein væl hildin og fjølbroytt ogn við nógvum møguleikum.



