Byggiár
2025
Kømur
5
Hæddir
3
Vídd á ogn
154m²
Grundøki
145m²
Matr.nr.
203 Tórshavn
Upplýsingar um bústaðin
Spildurnýggj og serstakliga snøgg sethús, sum standa sera væl fyri mitt í býnum í veðurgóðum umhvørvi og við panoramaútsýni. Garður er kring ognina við terassu, altan og sólkrókum. Pláss er at parkera bilin beint uttanfyri og allir hugsandi hentleikar eru í nærumhvørvinum.
Í miðhæddini er durur, gongd/trappugongd, vesi, køkur og stova í einum við hurð út á stóra terassu. Í ovastu hæddini er gongd, baðirúm v/brúsu og 3 kømur. Í niðastu hæddini er gongd, baðirúm v/brúsu, 2 kømur og teknikkrúm / vaskirúm við hurð út í garðin. Harumframt er hjallur til ognina.


