Byggiár
1920`ini
Kømur
1
Hæddir
3
Vídd á ogn
169m²
Grundøki
145m²
Matr.nr.
265 Tórshavn
Upplýsingar um bústaðin
Eldri sethús, sum eru dagførd/umvæld í tíðarskeiðnum 2019-2021. Miðhæddin og niðasta hæddin er innrættað sum vinnuhøli og í ovastu hæddini er ein sjálvstøðug íbúð. Húsini standa sera væl fyri mitt í býnum og tætt við allar hugsandi hentleikar. Harumframt er gott parkeringsøki har pláss er fyri 4 bilum.
Í miðhæddini er frisørsalong/vinnuhøli og trappugongd til niðastu hæddina. Í niðastu hæddini er gongd, viðgerðarrúm, køkur, vesi og goymsla. Inngongd til sjálvstøðuga íbúð er eisini frá miðhæddini við trappugongd upp til ovastu hæddina. Í ovastu hæddini er køkur og stova í einum, baðirúm og kamar við altan.


