Byggiár
1990
Kømur
5
Hæddir
3
Vídd á ogn
296m²
Grundøki
540m²
Íbúðir
1
Matr.nr.
1hm Hoyvík
Upplýsingar um bústaðin
Serstakliga snøgg og væl hildin sethús, sum eru dagførd gjøgnum árini. Sera hugnaligur og vakur garður er kring ognina við eittnú flísaløgdum túni, grasfløtu, trøum, blómum, sólkrókum og rennandi vatni. Íbúð er í niðaru hæddini og bilhús er til ognina. Húsini standa væl fyri í náttúrvøkrum umráði beint við tjørnina.
Í miðhæddini er durur/gongd, baðirúm, goymslurúm/klædnarúm, køkur og stova við atgong út á altan. Í ovastu hæddini er loftstova, baðirúm og 2 kømur. Í niðastu hæddini er trappugongd, vaskirúm, hjúnakamar við baðirúmi og inngongd/goymslurúm/fýrrúm. Eisini er ein íbúð við inngongd, baðirúmi, 2 kømurum, stova og køkur í einum.


