Byggiár
2018
Kømur
5
Hæddir
3
Vídd á ogn
223m²
Grundøki
163m²
Matr.nr.
255af Kirkjubøur-Argir
Upplýsingar um bústaðin
Avbera snøgg raðhús við serstakliga góðum útsýni. Húsini eru í trimum hæddum og eru sera væl innrættaði við inngongd á miðhæddini, 5 kømurum og vesi á hvørjari hædd. Góð parkeringsviðurskifti eru, umframt at skúrur er til ognina. Húsini standa í friðarligum og barnavinarligum umráði við góðum spæliplássi. Skúli, stovnar, ítróttarhøll og fótbóltsvøllur eru nær við og skjótt letur matvøruhandil eisini upp í nærumhvørvinum.
Í miðhæddini er durur, vesi, køkur og stova í einum. Í ovaru hæddini er gongd, hjúnakamar við atgongd út á altan, kamar við hems, baðirúm, sjónvarpsstova og kamar. Í niðastu hæddini er gongd, 2 kømur, baðirúm, uppihaldsrúm og vaskirúm.