Byggiár
1911
Kømur
6
Hæddir
3
Vídd á ogn
400m²
Grundøki
550m²
Íbúðir
6
Matr.nr.
188a Klaksvík
Upplýsingar um bústaðin
Bygningur í trimum hæddum við trimum íbúðum í miðhæddini og trimum íbúðum í ovastu hæddini, í niðastu hæddini er goymsla. Bygningurin er høvðusumvældur/umbygdur í 2021.
Ognin er innrættað soleiðis:
1. hædd: 3 íbúðir millum 35 og 40 m2 hvør, umframt felags vaskirúm.
2. hædd: 3 íbúðir millum 35 og 40 m2 hvør, umframt felags vaskirúm.
Kjallarahæddin er uml. 100 m2 og innrættað sum kommunalt skjalasavn.
Talan er um útboð av kommunalari ogn, og tað stendur kommununi frítt at velja í millum innkomnu tilboð ella einki at taka av sbrt. §3 stk. 3. í kunngerðini um alment útboð av kommunalari fastogn.