Persónsdátapolitikkur

Meklarin


Politikkur um persónupplýsingar

Hesin politikkur ásetir, hvussu Meklarin viðger persónsupplýsingar í sambandi við málsviðgerð, sum liður í vanliga meklaravirkseminum og vitjan á heimasíðu okkara. Talan er um persónupplýsingar um viðskiftafólk og samstarvspartar.

Meklarin viðger einans neyðugar upplýsingar til at røkka omanfyri nevndu endamálum. Ok- kara tørvur á at viðgera upplýsingar er grundaður á tænastuna, sum viðskiftafólk umbiðja frá okkum. Tá vit viðgera persónupplýsingar, leggja vit stóran dent á einans at viðgera upplýsin- gar, sum eru viðkomandi og neyðugar í mun til endamálið. Upplýsingarnar verða viðgjørdar lógliga, rímiliga og á ein gjøgnumskygdan og sakligan hátt.

Dátaábyrgdari er

Sp/f Meklarin, skrás.nr. 6893.
Sverrisgøta 17
FO-100 Tórshavn
Tlf. +298 200100
T-postur meklarin@meklarin.fo
Heimasíða www.meklarin.fo

Viðgerð av persónupplýsingum

Meklarin er dátuábyrgdari, tá vit viðgera mál vegna viðskiftafólk, sum er vanligt meklaravirk- semi. Sum dátuábyrgdari eru vit tískil varug við, at vit viðgera upplýsingar um viðskiftafólk okkara í trúnaði og samsvarandi teimum til eina og hvørja tíð galdandi krøvum og lógum, her- undir trygdarkrøvum um vernd av persónupplýsingum. Sama er galdandi fyri aðrar persónar, sum hava tilknýtið til tænastuna. Talan kann vera um vanligar upplýsingar og p-tøl. Vit viðgera ikki viðkvæmar upplýsingar og ikki upplýsingar um møgulig revsiverd viðurskifti.

Tá vit veita tænastur fyri okkara viðskiftafólk, verður eitt mál stovnað í skipan okkara. Vit brúka persónupplýsingarnar til at samskifta við viðskiftafólkið og til at viðgera málið annars. Eisini kunnu upplýsingarnar nýtast til skráseting hjá almennum myndugleikum og stovnum, sum liður í málsviðgerðini. Tað vil vanliga verða neyðugt at innheinta p-tal í hesum sambandi, tí tað er lógarkrav í sambandi við tinglýsing av ognarskifti. Vit kunna viðgera persónstøl sambært § 16 í lógini um vernd av persónupplýsingum, m.a. tá viðgerðin er heimilað í lóg ella viðskift- afólkin hevur givið sítt samtykki. Hetta verður eitt nú gjørt fyri at fylgja reglunum í sambandi við skráseting í almennum skráum, so sum Tinglýsingini.

Upplýsingarnar verða sum meginregla innsavnaðar frá okkara viðskiftafólki fyri at kunna av- greiða tænastuna, sum er umbiðin. Í øðrum førum verða upplýsingarnar tó innsavnaðar frá øðrum pørtum í málinum, so sum almennum myndugleikum, fíggingarstovnum, tryggingarfe- løgum v.fl., men eftir avtalu við viðskiftafólki.

Ert tú viðskiftafólk hjá okkum, vil okkara viðgerð av persónupplýsingum sum útgangsstøði vera grundað á § 8, stk. 1, nr. 2, í dátaverndarlógini, nevniliga, at vit hava gjørt eina avtalu við teg um eina tænastu.

Vit burturbeina persónsupplýsingar, tá vit ikki longur hava tørv á at viðgera tær. Vit goyma ikki frumrit vegna viðskiftafólk, men útflýggja viðskiftafólki øll frumrit. Allar goymdar upplýsin- gar, verða slettaðar, sum útgangsstøðið í seinasta lagi eftir 5 árum. Tá málið endar mótvegis viðskiftafólki eru sostatt ongar persónupplýsingar tøkar, uttan í telduskipan okkara, og hava vit ikki persónupplýsingar í fysiskari varðveitslu, tá málið er endað.

Í sambandi við varðveitslu skula vit taka atlit til rættarligar skyldur hjá okkum ímun til m.a. lóggávuna um dátavernd, hvítvask, bókhald og fyrning.

Viðgerð í sambandi við at røkja skyldur sambært lógini um hvítvask

Hvítvasklógin er galdandi, tá tænasta okkara verður veitt við at planleggja ella avgreiða trans- aktiónir fyri viðskiftafólk í sambandi við;

a. keyp og sølu av fastari ogn.

b. Upprættan av depotkonto.

Vit innheinta samleikaprógv í slíkum málum. Vit hava skyldu at innheinta og skráseta hesar upplýsingar. Tá talan er um kapitalfeløg skulu somu upplýsingar innheintast og skrásetast um allar veruligu eigararnar í felagnum.

Samleikaupplýsingar eru navn, p-tal, bústað o.l., sum vanliga verður skjalprógvað við avriti av passi ella koyrikorti. Eisini kann útskrift verða heintað frá Skráseting Føroya. Fyri útlendsk fe- løg verður innheintað útskrift frá viðkomandi myndugleikum í landinum ella líknandi doku- mentatión. Er talan um útlendingar kann møguliga vera tørvur á fleiri upplýsingum.

Innheintaðar upplýsingar skulu varðveitast í 5 ár eftir, at handilssambandið er uppathildið, og eftir hetta verða upplýsingarnar strikaðar í skipan okkara. Viðgerðargrundarlagið er § 8, stk. 1, nr. 3, í dátuverndarlógini, sum er viðgerð, sum er neyðug fyri at halda eina rættarliga skyldu, sum áliggur dátuábyrgdaranum.

Vit kunna eftir hvítvasklógini blíva áløgd at víðarigeva upplýsingar um skrásetta til myndugle- ikar. Tá er talan eisini um viðgerð, sum er neyðug fyri at halda eina rættarliga skyldu, sum áliggur dátuábyrgdaranum.

Vitjan á heimasíðu okkara

Heimasíða okkara nýtir cookies. Víst verður í hesum sambandi til serstaka kunning um cookies á heimasíðu okkara, www.meklarin.fo. Tó er tín nýtsla á heimasíðu okkara dulnevnd.

Vit skráseta ongar dátur, sum kunnu brúkast til at eyðmerkja teg sum persón, uttan so at tú fyllir út oyðubløð, sum krevja, at tú sigur hvør tú ert, ella um tú meldar teg til tænastur so sum

okkara tíðindabrøv. Vit hvørki selja ella geva víðari persónligar upplýsingar til triðja partar, uttan so at tænastan, ið tú meldar teg til, krevur tað.

Upplýsingar, sum vit móttaka

Allir upplýsingar, sum vit móttaka sum dátaábyrgdari verða viðgjørdar í trúnaði. Sum útgangsstøði verða persónsupplýsingar tískil ikki víðarigivnar til 3. mann. Sum liður í málsviðgerðini hjá okkum fyri viðskiftafólk kunnu upplýsingarnar verða deildar við myndugleikar og umboð hjá seljara ella keypara.

Tíni rættindi

Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.

Tú brúkar tíni rættindir við at senda okkum eina umbøn, sum verður svarað skjótast gjørligt, og í seinasta lagi 4 vikur eftir, at hon er móttikin. Um serstøk viðurskifti, so sum nøgd og torleiki gera, at tað er ógjørligt at svara umbønini innan 4 vikur, kann tíðarskeiðið leingjast við 8 vikum. Tú fært boð frá okkum, um freistin verður longd, og tá umbønin er svarað.

Klaga

Um tú ert ónøgd/ur við, hvussu vit viðgera tínar persónupplýsingar, og um úrslitið av tíni áheitan til okkara ikki var nøktandi, kanst tú klaga til Dátueftirlitið, sum hevur bústað

Reynsgøta 33
Tinganes
Boks 300
FO-110 Tórshavn
T-post dat@dat.fo
Tel +298 309100