Back

5 góð ráð, søla av ogn

5 góð hugskot áðrenn framsýning av ognini

Hvør ynskir ikki at tað er rudduligt og reint heima hjá sær sjálvum? Svari er einfalt, tað vilja vit øll, og tað hevur týdning tá framsýning av ognini ferð fram at atlit verður tikið til hesi viðurskiftir.

Vit hava savna saman fimm spurningar, sum vit halda hevur týdning at hugsa um, áðrenn ognin verður víst fram í sambandi við sølu.

  1. WC / baðirúm og køkurin leggja tey flestu dent á, men tað eru eisini onnur rúm sum ein møguligur keypari fegnir ynskja at leggja dent á. Tað loysir seg sjáldan at fremja nýgerð í sambandi við sølu. Syrgið í staðin fyri at rúmini eru ruddilig og rein. Ljós máling kann eisini hjálpa.
  2. Rudduligt og reint er besta fyrimyndin, sum er ein skjót loysn. Tú prógvar við hesum at tú hevur tamarhald á støðuni, og at ognin er gjørd klár til framsýning.
  3. Ljósar og rúmligar umstøður gleða tey flestu. Lufta út, so rúmini eru innbjóðandi.
  4. Skift ljósperur har tað er neyðugt. Set listar upp í sambandi við loft har tørvur er á tí.
  5. Áhugin fyri einum grønum øki dregur. Er urtagarður – slá grasplenuna, og tak upp sjónligt ókrút. Spula túni um tørvur er á tí.
Lýsingar til bústað og vinnnu

Beak mennir heimasíður og appir.

Vindeygu og úthurðar til tín tørv!

Orka til tín tørv

Ráðgeving innan fígging, samansparing v.m.

Ein kommuna í menning