Samskipan og samskifti á bústaðarmarknaðinum

Virksemið hjá Meklaranum økist alsamt, og tí hava vit tørv á góðum fólki at samskipa arbeiðsuppgávurnar og at røkja okkara samskifti. Talan er um týðandi starv á 30 tímar um vikuna í einari fyritøku í vøkstri, og vit sóknast sostatt eftir einum starvsfelaga, sum skal umsita arbeiðsøkið samskipan og samskifti, soleiðis at kundin altíð er í miðdeplinum.

Starvið
Starvið fevnir eitt nú um at hava samband við kundarnar – herundir m.a. at svara fyrispurningum, útvega kundunum viðkomandi upplýsingar og tilfar umframt at skipa fyri avtalum. Tú verður eisini við til at skriva keypsavtalur og onnur skriv í sambandi við bústaðarsølur, og tú fært ábyrgdina av sosialum miðlum og heimasíðuni, har tú m.a. røkir tíðindapartin og søluportalin. Aðrar fyrifallandi uppgávur eru eisini partur av starvinum, sum knýtir arbeiðsdagin hjá Meklaranum saman í eina vælvirkandi samstarvseind – bæði innanhýsis og uttanhýsis.


Tú hevur yvirlit og ert von/vanur at raðfesta og skipa arbeiðsuppgávurnar, soleiðis at kundin altíð kennir seg í góðum hondum. Viðkomandi útbúgving, arbeiðsroyndir og tænastusinni eru grundleggjandi treytir fyri at røkja starvið og harumframt vænta vit, at:

• Tú dugir væl at skriva føroyskt
• Tú ert fyrikomandi
• Tú ert sjálvstøðug/ur
• Tú hevur góð samstarvsevni
• Tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur

Meklarin
Meklarin bjóðar tær eitt sjálvstøðugt og avbjóðandi starv, har tú verður partur av einum ágrýtnum toymi á einum spennandi og áhugaverdum virkisøki. Fyritøkan skal vera í áhaldandi menning, og starvsfólkini eru kjarnin í hesari menningartilgongd – tí bjóða vit sjálvsagt eisini góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning.

Umsóknin
Umsóknir við lívsrensli og viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 18. juni 2021. Umsóknin skal sendast til meklarin@meklarin.fo. Um tú vilt hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sigtór Andreassen, stjóra, á telefon 750000 ella á sigtor@meklarin.fo.