Byggiár
2022
Hæddir
2
Vídd á ogn
160m²
Grundøki
430m²
Upplýsingar um bústaðin
Talan er um eini tvíhús, sum verða seld innilokað. Húsini eru í tveimum hæddum og standa sera væl fyri í friðarligum og náttúruvøkrum umráði við góðum útsýni. Dagstovnur og skúli upp til 3. flokk er í bygdini.
Keyparin kemur sjálvur at seta sín egna dám á innrættingina. Uttan eru húsini liðug. Innan er bjálkalag við plátum millum hæddirnar og kjallaragólvið er stoypt.
Húsini verða klár at yvirtaka í summar 2022.