Byggiár
1979
Kømur
6
Hæddir
3
Vídd á ogn
300m²
Grundøki
540m²
Upplýsingar um bústaðin
Væl bygdu og væl hildnu húsini standa í góðum grannalagi og friðarligum umhvørvi við sera góðum útsýni yvir landslagið, víkina og fjørðin. Stutt er til stovnar, skúlar, tænastur og handlar, og bussurin steðgar beint uttanfyri hvønn ½ tíma.
Í miðhæddini er inngongd, durur / gongd / trappugongd, gestavesi, bryggers / vaskirúm við egnari inngongd og niðurgongd til kjallara, matarkøkur, borðsstova / stova. Í ovastu hædd er trappugongd, hjúnarúm, baðirúm og 4 kømur. Í niðastu hædd er garaga, inngongd, gongd / goymslurúm, kamar, trappugongd / fýrrúm, hjallur. Runt húsini er snøggur garður / urtagarður.
Tú kanst fáa fleiri upplýsingar við at trýsta á “Fá meiri tilfar”.
Opið hús við tilmelding verður mikudagin 14. juli 2022 kl. 15:00 – 16:00.