Byggiár
1976
Kømur
4
Hæddir
2
Vídd á ogn
147m²
Grundøki
454m²
Matr.nr.
727co Tórshavn
Upplýsingar um bústaðin
Dámligu húsini, sum eru væl bygd og væl hildin, standa í sera góðum grannalagi og friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg og gøtum millum býlingarnar. Gott útsýni – serliga úr ovaru hædd – er yvir nærumhvørvið, býin, landslagið og út á fjørðin. Stutt er oman í býin og til allar hugsandi stovnar, skúlar, tænastur og handlar. Býbussurin steðgar nær við.
Í niðaru hædd er inngongd, durur / gongd / trappugongd, hjúnarúm, baðirúm, kamar, køkur / alrúm og bryggers / vaskirúm við útgongd. Í ovaru hædd er trappupallur / alrúm / stova, 2 kømur og baðirúm. Runt húsini er garður / urtagarður við vøkrum grótlaðingum.
Tú kanst fáa fleiri upplýsingar við at trýsta á “send mær tilfar”.