Hæddir
2
Vídd á ogn
1200m²
Grundøki
2693m²
Matr.nr.
1095b Tórshavn
Upplýsingar um bústaðin
Talan er um ein spennandi vinnubygning við nógvum møguleikum, sum hevur eina sera góða staðseting í Havn. Grundøkið er 2.693 fermetrar til støddar og bygningurin er uml. 1.200 fermetrar. Bygningurin verður í dag leigaður út til bilasølu og er innrættaður við framsýningarhøll, skrivstovum, goymslu og verkstaði, umframt at íbúðir eru á ovaru hæddini. Ognin hevur uml. 40 parkeringspláss.
Meira fæst at vita við at seta seg í samband við Sigtór Andreassen á tel. 750000, ella skriva til sigtor@meklarin.fo
Ognin verður seld í samstarvi millum Meklaran og Nira