Byggiár
1985
Kømur
4
Hæddir
2
Vídd á ogn
248m²
Grundøki
536m²
Matr.nr.
1eo Hoyvík
Upplýsingar um bústaðin
Snøgg og væl innrættaði sethús, sum standa væl fyri í barnavinarligum umhvørvi við blindan veg. Hugnaligur garður er kring ognina við grasvølli, trøðum og runnum. Góð parkeringsviðurskifti eru, umframt at bilhús er til ognina.
Í niðaru hæddini er durur, stova, kamar, baðirúm, gongd, kjallararúm og bilhús. Í ovaru hæddini er gongd, køkur, vásakøkur/vaskirúm, stova við atgongd út á altan, baðirúm og 3 kømur. Eisini er ein hjallur til ognina.