Byggiár
1989
Kømur
5
Hæddir
3
Vídd á ogn
196m²
Grundøki
249m²
Íbúðir
1
Matr.nr.
1178m Tórshavn
Upplýsingar um bústaðin
Hugnalig tvíhús, sum standa væl fyri í barnavinarligum umhvørvi í Vesturbýnum. Ognin er væl innrættað og íbúð er í niðaru hæddini. Húsini eru nýliga dagførd og hava grøna orkuskipan. Skúlar, dagstovnar og handlar eru í nærumhvørvinum og skjótt er at spáka oman í býin.
Í miðhæddini er durur, gongd, 2 kømur, baðirúm, køkur og stova í einum. Á loftinum er gongd, kamar og loftsrúm/stova. Í niðastu hæddini er vaskirúm, umframt ein sjálvstøðug íbúð við duri, 2 kømurum, baðirúmi, stovu og køki í einum.


