Byggiár
1960
Kømur
3/4
Hæddir
3
Vídd á ogn
152m²
Grundøki
501m²
Matr.nr.
14 Glyvrar
Upplýsingar um bústaðin
Siðbundnu húsini, sum eru stoypt heilt upp í galvin, standa væl fyri í náttúruvøkrum, friðarligum og barnavinaligum øki við góðum útsýni yvir landslagið og fjørðin. Høvuðsvegurin er beint niðanfyri.
Í miðhæddini er inngongd, durur, hjallur, trappugongd, køkur, borðsstova og stova. Í ovastu hædd er trappupallur / trappugongd, hjúnarúm, baðirúm, 2 kømur og ómonterað kamar / útiloft. Í niðastu hædd er inngongd, vaskirúm / fýrrúm, kjallararúm.