Kømur
7
Hæddir
3
Vídd á ogn
256m²
Grundøki
806m²
Upplýsingar um bústaðin
Góð og snøgg sethús, við nýggjari grønari orkuskipan, sum er luft til vatn við sólpanelum. Ognin stendur á stórum og góðum grundstykki har pláss er til fleiri bilar, umframt at bilhús er til ognina. Ognin hevur tey seinastu árini verið nýtt sum skrivstova og hevur allar hentleikar við net og streym til skrivstovuhald.
Í miðhæddini er durur/gongd, baðirúm, 2 kømur, stova, køkur og kamar. Á loftinum er gongd, 4 kømur og baðirúm. Í niðastu hæddini er lágur kjallari við allari tekniskari instalatión og ein krúpikjallari.