Byggiár
2023
Kømur
2
Hæddir
1
Vídd á ogn
95m²
Matr.nr.
258a Vestmanna
Upplýsingar um bústaðin
Talan er um eina innilokaða endaíbúð, sum er í ovaru hæddini av íbúðarbygningi í tveimum hæddum. Keyparin kemur sjálvur at gera íbúðina lidna innan og hevur sostatt møguleika at seta sín egna dám á íbúðina.
Íbúðin er partur av samlaðari bygging á Niðara Vegi 33, Vestmanna við 6 innilokaðum íbúðum. Staðsetingin er góð, við góðum sólargangi og framúr útsýni yvir fjørðin. Kommunan hevur samtykt at seta pening av til breiðkan av Niðara Vegi, sum inniber 15 parkeringspláss á vegnum.
Skúlar, dagstovnur, handlar og ítróttarhøll er í bygdini.
Byggingin er farin í gongd og íbúðin verður væntandi klár at yvirtaka við ársenda 2023.