Byggiár
1915
Kømur
5
Hæddir
3
Vídd á ogn
200m²
Grundøki
3.336m²
Matr.nr.
5c Nes-Vágur
Upplýsingar um bústaðin
Stásiligu, arkitektteknaðu, hugnaligu og dámligu húsini, ið eru høvuðsumvæld og dagførd í 2016 við varligari hond, standa í náttúruvøkrum og friðarligum øki við sera góðum útsýni yvir bygdina, landslagið og allan fjørðin. Stórt uttanumøki er runt húsini og hartil stórt útiøki við træútigólvi við plássi til hitapott, grill o.a.
Í miðhæddini er inngongd, gongd / trappugongd, køkur / alrúm, borðsstova / stova. Í ovastu hædd er trappupallur, hjúnarúm, goymslurúm, lítið kamar / kontór og 2 kømur. Í niðastu hædd, inngongd, bryggers / vaskirúm, kamar, baðirúm og ítrivsrúm / fýrrúm. Harafturat er hjallur, 2 úthús og garður / urtagarður við stórum útigólvi.