Byggiár
2004
Kømur
3
Hæddir
2
Vídd á ogn
123m²
Grundøki
140m²
Upplýsingar um bústaðin
Snøgg endaraðhús, sum standa væl fyri á Maritugøtu við góðum sólargangi og sum eru innflytingarklár. Hugnalig terassa er til ognina og góð parkeringsviðurskifti eru. Stutt er til skúlar, stovnar, handlar, spælipláss v.m.
Ognin er í tveimum hæddum. Í niðaru hæddini er durur/gongd, vaskirúm/vesi og køkur og stova við hurð út til terassu. Í ovaru hæddini er gongd, baðirúm og trý kømur. Harafturat eru 2 skúrar til ognina.