Byggiár
2020
Kømur
2
Hæddir
1
Vídd á ogn
81m²
Upplýsingar um bústaðin
Talan er um eina ljósa, arkitektteknaða íbúð við frálíkum útsýni. Íbúðin er 81 fermetrar og er innrættað við duri, gongd, stovu/køki, baðirúmi og tveimum kømurum. Atgongd er út á altan frá stovu/køki. Íbúðarbygningurin hevur trappugongd og lyftu, sum ger tað sera brúkaravinarligt bæði hjá eldri og yngri. Íbúðin hevur eina lága orkunýtslu og er staðsett í barnaríkum býarparti í Hoyvík. Stutt er til handils, skúla, barnagarð, vøggustovu, fótbóltsvøll v.m. og busssambandið er gott. Eitt goymslurúm hoyrir til íbúðina.