Byggiár
2023
Kømur
2/3
Hæddir
1
Vídd á ogn
109m²
Grundøki
471m²
Matr.nr.
138r Hoyvík
Upplýsingar um bústaðin
Sera snøgg og væl innrættað íbúð við avbera góðum útsýni. Talan er um spildurnýggja íbúð, sum verður seld liðug, tó so, at køkur og baðirúmsmøblar ikki eru við í søluni. Keyparin kemur soleiðis at seta sín egna dám á íbúðina.
Íbúðin er innrættað við duri, køki og stovu í einum við atgongd út á altan, kamari, baðirúmi og hjúnakamari við baðirúmi og klædnarúmi. Møguleiki er at gera eitt kamar afturat, soleiðis at tað eru trý kømur í íbúðini. Harafturat er eitt goymslurúm til íbúðina.
Íbúðin er partur av íbúðarbygningi við 11 íbúðum, har møguleiki er fyri at keypa lidnar ella innilokaðar íbúðir.