Vídd á ogn
17.000m²
Grundøki
17.000m²
Upplýsingar um bústaðin
Jørðin í Kvívík – matr.nr. 168a – er 8 gyllin í Ognarhaganum og er í 8 stykkjum innangarðs – í alt uml. 17.000 m2, ið liggja væl fyri runt bygdina. Tað mesta er velt. Stóru stykkini á Brúnum eru ikki velt. Bygdin er vetrarfriðað. Jørðin uttan fyri bygdahegnið er ikki vetrarfriðað. Jørðin er løtt at røkja, er væl røkt og væl skipað í fele. Felags seyðahús og rætt er fyri hagan. Jørðin liggur í vøkrum og friðarligum umhvørvi.