Byggiár
2017
Kømur
6
Hæddir
3
Vídd á ogn
262m²
Grundøki
499m²
Íbúðir
1
Upplýsingar um bústaðin
Serstakliga snøgg og væl bygd hús, sum standa væl fyri í barnavinarligum umvhørvi við blindan veg. Talan er um eini nýggj hús frá 2017, sum hava bilhús og íbúð í niðastu hæddini, og harafturat er sera gott útsýni frá miðhæddini og loftinum.
Í miðhæddini er durur, gongd, baðirúm, kamar, stova og køkur í einum og vaskirúm. Í ovastu hæddini er loftstova, baðirúm og 4 kømur. Í niðastu hæddini er ein sjálvstøðug íbúð við gongd/vaskirúmi, baðirúmi, kamari, køki og stovu í einum. Harafturat er trappugongd, vaskirúm og bilhús í niðastu hæddini.