Byggiár
1960
Kømur
3
Hæddir
3
Vídd á ogn
229m²
Grundøki
611m²
Matr.nr.
685c Tórshavn
Upplýsingar um bústaðin
Sera hugnalig hús, sum standa væl fyri við avbera góðum útsýni. Kring ognina er snøggur garður við grasvølli, trøum og blómum, umframt at góð parkeringsviðurskifti eru til ognina. Eisini er ein hjallur og ein skúrur, umframt snórar undir tekju.
Ognin er í trimum hæddum. Í miðhæddini er inngongd/gongd, kamar við klædnaskápi, baðirúm, køkur og stova í einum við hurð út á altan, eisini er spískamar. Í ovaru hæddini gongd, kamar og goymslurúm. Í niðaru hæddini er durur, kamar, tekøkur, arbeiðsrúm, sum áður hevur verið nýtt sum kamar, baðirúm, gongd/vaskirúm.