Byggiár
2002
Kømur
5
Hæddir
2
Vídd á ogn
280m²
Grundøki
500m²
Íbúðir
1
Matr.nr.
135ad Hoyvík
Upplýsingar um bústaðin
Stór og góð sethús í tveimum hæddum, við íbúð og bilhúsi í niðaru hæddini. Húsini standa væl fyri í góðum grannalagi og í barnavinarligum umhvørvi við blindan veg, tætt við skúla, dagstovn og spælipláss við sparkivølli.
Í ovari hæddini er inngongd, gongd, vaskirúm, baðirúm (ikki liðugt umvælt), kamar, hjúnarúm við baðirúmi, køkur og stova.
Í niðaru hæddini eru 2 kømur, gongd/trappuuppgongd og bilhús. Eisini er ein sjálvstøðug íbúð, sum er innrættað við duri, køki og stovu í einum, kamari, gongd og baðirúmi.
Eisini er eitt goymslurúm undir trappuni og ein havastova til ognina.