Byggiár
1968
Kømur
6
Hæddir
3
Vídd á ogn
244m²
Grundøki
510m²
Matr.nr.
645s Tórshavn
Upplýsingar um bústaðin
Stór og snøgg sethús sum partvís eru umvæld. Ognin stendur væl fyri í veðurgóðum umhvørvi nær miðbýnum við avbera góðum útsýni. Hugnaligur havi er kring ognina og allir hugsandi hentleikar er nær við.
Í miðhæddini er durur, gongd, vesi, 2 kømur, køkur, spísistova og stova í einum, eisini er atgongd frá gongini út á eina nýggja stóra terassu við góðum sólargangi. Á loftinum er trappugongd/stór gongd, 3 kømur og baðirúm. Í niðastu hæddini er inngongd, vaskirúm/fýrrúm, kamar og kjallararúm.